(Mynd: KVF)

- Ákærur og skuldsetingar um kringvarpsstjóran tú veitst eru ósannar

Sverri Egholm

23.12.2017 - 22:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

- Orsøkin til uppsøgnina er, at leiðslan ikki kann góðtaka tín illoyala atburð móti leiðsluni móti stovninum við tað, at tú uttan um kringvarpsstjóran hevur vent tær til Rúna Heinesen, stýrisformann, tann 23. oktober 2017 við ákærum og skuldsetingum um kringvarpstjóran, sum tú veitst eru ósannar.

- Harafturat hevur tú beinleiðis ella óbeinleiðis likið hesar somu ósonnu ákærur og skuldsetingar til onnur, soleiðis at tað m.a stóð at lesa í VikuskiftisSosialinum tann 24. november 2017.

Hetta stendur í uppsagnarskrivinum sum Johnny í Grótinum handaði Liljuni Weihe hósdagin, og sum VP hevur fingið innlit í. Víðari stendur.

- Tað verður mett sum serliga skerpandi umstøður og sum grovur illoyalitetur, at tú sum tíðindaleiðari tilvitað hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna millum starvsfólk og onnur uttanfyri sitandi. Tú ert partur av leiðslutoyminum á stovninum, og tí hevur tú eina serliga ábyrgd fyri kringvarpsstjóranum og stovninum.

- Hesar viðmerkingar frá advokati tínum geva geva mær ikki grundarlag fyri at broyta ætlan um at siga teg úr starvi, stendur í skrivinum.

Johnny í Grótinum ger eisini vart við upplýsingarnir sum Sosialurin hevur fingið hendi á í sambandi við málið.

- Tað skal vera gjørt vart við, at Rúni Heinesen, stýrisformaður, hevur upplýst, at hann ongantíð kunnaði nakran um skrivið og heldur ikki hevur sent skrivið víðari til nakran. Upplýsingarnar í skrivinum, sum stóðu at lesa í VikuskiftisSosialinum, kunnu av somu orsøk einans koma frá tær ella tínum fortróligu. Hetta verður mett sum grovur illoyalitetur.

Fyrrverandi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, hevur fimm mánaðar uppsagnartíð. Hon fær sostatt løn til og við mai 2018 umframt frítíðarløn eftir sáttmála og frítíðarlógini.

Les alt uppsagnarskrivið, sum vp.fo hevur fingið innlit í her