(Mynd: EPA)

Ákærir Sepp Blatter fyri at hava krámað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.11.2017 - 11:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrverandi málverjin á amerikanska landsliðnum í fótbólti, Hope Solo, ákærir nú fyrrverandi Fifa-forsetan, Sepp Blatter, fyri at hava verið nærgangandi, og krámað seg á rumpuna.

Hetta skal vera hent undir einum Ballon d’Or-hátíðarhaldi í Lissabon fyri fimm árum síðani.

36 ára gamla Hope Solo sigur í samrøðu við eitt portugisiskt blað, at Sepp Blatter nart hana á óhóskandi hátt í januar 2013, tá heiðurslønirnar til bestu fótbóltsleikararnar vórðu handaðar í Lissabon.

- Sepp Blatter krámaði meg á rumpuna, sigur hon við blaðið, Expresso.

- Tað var undir Ballon d’Or, beint áðrenn eg skuldi á pallin, sigur Solo, sum í 2013 fekk heiðurslønina frá Fifa sum besti kvinnuligi fótbóltsleikari.

Ein talsmaður fyri 81 ára gamla Blatter vísir ákærunum aftur, og kallar tær ”absurdar” og ”láturligar”, skrivar Ritzau.

- Tað er ikki satt, sigur talsmaðurin.

Hope Solo skrivaði í farna mánaði á Instagram-vanga sínum eina dagføring, har hon rósti kvinnunum í undirhaldsvinnuni fyri at hava dirvi til at fortelja frá teirra upplivingum við kynsligum ágangi og misnýtslu.

Hon sipaði samstundis til, at hon hevði havt upplivingar, har farið varð um mark.

- Frá óhóskandi viðmerkingum, óynssktari nálgan og kráman, til venjarar og enntá miðlafólk, sum tosa um bróstini hjá leikarunum og hvussu tær kropsliga síggja út. Kynslig happing fyllir sera nógv í ítróttarheiminum, skrivaði hon.

- Eg havi altíð kent, at eg megnaði tað, og at eg kundi verja meg í teimum støðum, men hetta hevur ongantíð fingið avleiðingar fyri gerningsmenninar, legði hon afturat.

Hope Solo verður mett sum ein av heimsins bestu málverjum. Hon spældi á amerikanska landsliðnum frá 2000 til 2016. Hon hevur megnað at vunnið olympiskt gull tvær ferðir og heimsmeistaraskapið eina ferð.

Í desember 2015 varð Sepp Blatter útihýstur frá fótbólti í átta ár orsaka av eini mutursgølu.