Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.05.2018 - 08:26

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ákæruvaldið boðar frá, at tað hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli 2017.

Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum. Hetta tí manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð. Hann hevði eiheldur størra dugnaskaparsprógvið í sigling, og hevði ikki góðkent trygdarskeið fyri sjófólk. Skiparin hevði eiheldur heilsuváttan fyri sjófólk, og somuleiðis tí persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing ikki var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW.

Felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð frá 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at

Báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað.

Løgreglan sigur, at hon frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og valdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum.

Ákæruvaldið hevur síðani avgjørt, eftir at málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, at reisa ákæru, og hevur sent málið til Føroya Rætt.