Áki og hinir føroyingarnir seta í morgin kós ímóti Norður Afrika, har teir skulu umboða Føroyar í U21 HM. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið luttekur í einum HM-endaspæli. (Mynd: HSF)

Áki Egilsnes: Vit hava lagt stóran dent á verjuspælið

Agnar Frederiksen

15.07.2017 - 20:09

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í morgin fer føroyska ferðalagið til Algeria, har størsta og mest spennandi føroyska hondbóltsavbjóðingin nakrantíð bíðar. U21-landsliðið skrivar søgu, tá luttikið verður  í Men's Junior World Handball Championship. Føroyar eru eitt av 24 londum, sum kappast um heimsmeistaraheitið. Føroyar eru tískil upp ímóti sera sterkum liðum, og sambært bakspælaranum Áka Egilsnes so hava føroyingar eisini lagt stóran dent á, at hava eina so sterka verju sum møguligt í Algeria:

- Vit hava havt nógv fokus á okkara verjuspæl. Vit vita, at um vit skulu klára okkum væl ímóti liðunum, sum vit fara at møta, so skal okkara verjuspæl riggað væl.

Høgri bakkurin úr Vestmanna skal, saman við liðfeløgunum, upp ímóti heimselituni. Áki væntar eisini, at hitin fer at verða ein avbjóðing, men at tað liggja til dømis góðir møguleikar í fyrsta dystinum:

- Vit vænta nakrar øgiliga harðar dystir. Væntandi fer tað eisini at taka sína tíð at venja seg við hitan í Algir. Um vit spæla upp til okkara besta, so er tað realistiskt ein 50-50 møguleiki fyri, at vit vinna okkara fyrsta dyst, sum verður ímóti Kili týsdagin. Annars so taka vit ein dyst í senn.

Áki Egilsnes fyllur 21 ár týsdagin. Eftir HM-kappingina fer hann til Íslands at spæla hondbólt. Áki skal spæla við KA á Akureyri. Hann greiðir soleiðis frá, hvussu avtalan kom í lag:

- Teir av Akureyri kontaktaðu meg fyri nøkrum fyri vikum síðani. So hava vit skriva saman aftur og fram. Og tað endaði við, at teir bjóðaðu mær ein sáttmála

Áki staðfestir, at hendan kappingin eisini er ein møguleiki fyri, at onnur og størri feløg kanska fáa eygu á seg, og at hann vil gera alt, sum hann kann í Algir. 

Føroyska ferðalagið fer úr Vága Floghavn í morginárini kl.08.30.