Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF

Áki Johansen aftur U17-landsliðsvenjari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.06.2018 - 22:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Thomas Thinggaard hevur takkað fyri seg sum fótbóltsmennari hjá FSF og venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Avloysarin er ein gamal kenningur, nevniliga Áki Johansen.

U17-landsliðið við dreingum hevur fingið nýggjan venjari, og talan er um ein gamlan kenning í starvinum. Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt avtalu við Áka Johansen, um at standa á odda fyri U17-dreingjunum restina av hesum árinum.

Thomas Thinggaard, ið hevur havt árbygdina av U17-dreingjunum, og sum eisini hevur verið ein av Fótbóltsmennarunum hjá FSF, hevur valt at takka fyri seg í Føroyum. Fryntligi danin fer aftur til Danmark fyrst í juli mánað, har hann hevur fingið starv sum venjari hjá U17-liðnum hjá SønderjyskE.

- Tá landsliðið kallar, kann ein sjálvandi ikki siga nei. U17-dreingirnir mangla venjara, og tá heitt varð á meg, kundi eg ikki annað enn siga ja. Komandi avbjóðingar eru sera spennandi og áhugaverdar, og eg eri eisini sera fegin um, at Giza Hoyvík hevur víst mær stóra vælvild í hesum sambandi, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

Áðrenn Thomas Thinggaard tók við sum føroyskur U17-landsliðsvenjari, hevði Áki Johansen staðið á odda fyri liðnum í ellivu ár, sum endaði við minniliga EM-endaspælinum í Kroatia í fjør.

- Arbeiðið við U17-landsliðnum hevur í so mong ár frammanundan givið mær so ómetaliga nógvar góðar upplivingar – ikki minst seinasta uppgávan, tá vit spældu okkum heilt til EM-endaspælið, sigur Áki Johansen.

U17-landsliðið við dreingjum skal til tvær kappingar seinni í ár. Í august er NM á skránni, og í september skal liðið til innleiðandi EM-undankapping í Makedonia. Umframt øll norðanlondini, verða Kina og Norðurírland eisini við í NM-kappingini, sum í ár verður í Føroyum.

- Tað er ikki so nógv tíð til fyrireiking, sum eg annars havi verið vanur við. Men saman við hjálparvenjaranum, Allan Smedemark, og venjarunum úti í feløgunum, skulu vit nokk vera klárir, tá NM-kappingin fer í gongd.

- Í innleiðandi bólkaspælinum møta vit millum annað Kina, sum vit ongantíð hava møtt áður. So hóast eg havi næstan 90 landsdystir sum venjari, so er okkurt eisini nýtt fyri meg, og tað ger tað ikki minni spennandi, sigur Áki Johansen at enda.

Fyrireikingarnar til NM eru so smátt farnar í gongd. Hópurin er úttikin, og fyrsta venjingin verður 7. juli, og síðani verður vant regluliga til kappingin byrjar tann 5. august.

Hópurin
Dánial Danielsen, NSÍ
Noah Hans Mneney, ÍF
Tórur Franksson Joensen, HB
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, HB
Jónas J. Warner, B36
Gilli Róason, HB
Olaf K. Hansen, KÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Kristian Krog Hentze, B36
Ari Petersen, 07 Vestur
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Súni Hansen, NSÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Jens Erik L. Bruhn, TB/FCS/Royn
Jóel Høgnason Jacobsen, NSÍ
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Johannesen, NSÍ