Mynd: Sjómansmissiónin

Akraberg rokast í Barentshavinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.06.2017 - 19:17

> Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin, Akraberg úr Fuglafirði, er til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin er góður.

- Vit hava fiskað í eina góða viku, og vit hava 500 tons, upplýsir Eyðun á Bergi, skipari.

Hann sigur, at teir royna í eystanfyri í russiskum sjógvi, og at Gadus og Sjúrðarberg eru á somu leið, sum teir.

Við Akraberg eru 24 mans, og veiðan verður fryst og avhøvda umborð. Akraberg lastar góð 900 tons.