Akraberg uttan maskinorku norðan fyri Kallin




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

10.11.2014 - 16:34

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Trolarin Akraberg liggur í løtuni uttan maskinorku og bíðar eftir hjálp frá vaktarskipinum Tjaldrinum.

Akraberg var ávegis til fiskiskap við Bjarnoynna tá ið skipið fekk trupulleikar við maskinuni. Sum skilst lekur motorurin smyrjiolju.

Í løtuni liggur Akraberg einar 8 fjórðingar norður úr Kallinum, varð upplýst fyri Portalinum fyri løtu síðan.

Tjaldrið er á veg eftir Akraberg, og skal sleipa trolaran á Fuglafjørð har trupulleikin verður gjørdur aftur. So skjótt arbeiðið er liðugt fara teir til fiskiskap.

Akraberg hevur eitt sindur av kvotu við Bjarnoynna, og tá ið tann kvotan er fiskað, skal veiðan væntandi leggjast upp í Noreg, og so fer Akraberg í Barentshavið at royna, verður upplýst fyri Portalinum í morgun.

Akraberg hevur ligið á Klaksvík í góðar seks vikur har ymiskt arbeiði er gjørt við verksmiðjuna umborð.