Akraberg verður á Fuglafirði klokkan 18




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

10.11.2014 - 22:23

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Trolarin, ið hevur trupulleikar við maskini verður væntandi á Fuglafirði klokkan 18 í kvøld.

Akraberg var staddur 8 fjórðingar norður úr Kallinum, tá teir fóru at leka smyrjiolju. Teir bóðu tí um at fáa hjálp til at sleipa teir inn.

Tjaldri kom á staðið seinnapartin og sleipar Akraberg á Fuglafjørð har trupulleikin við smyrjioljuni verður loystur.

Akraberg fer væntandi til fiskiskap í morgin, verður upplýst fyri Portalinum.