Aksel bjóðar seg at taka yvir landsins leiðslu

Ingi Samuelsen

18.04.2015 - 11:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Javnaðarflokkurin ynskir at taka landsins leiðslu. Tað gjørdi Aksel V. Johannessen greitt á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum.

Hann helt eina vælupplagda formansrøðu fyrrapartin, og limirnir tyktust at vera nøgdir við boðskapin frá formanninum. Teir reistu seg eftir lidna røðu, og lógvabrestirnir rungaðu í longri tíð, enn vanligt er at hoyra.

Í drúgvu røðu síni vísti Aksel V. Johannessen á tey góðu tølini, sum Javnaðarflokkurin fær í veljarakanningunum.

- Meira enn fjórði hvør veljari sigur seg fara at geva Javnaðarflokkinum sína atkvøðu. Tað gevur árræði til at halda fram og seta nýggj mál. Men tað er av týdningi, at vit síggja veljarakanningarnar sum ein kodda. Vit mugu halda fram við miðvísa arbeiðinum. Tað eru minni enn 200 dagar til løgtingsvalið, og mótstøðan verður hørð, og nógv kann flytast, ávaraði Aksel V. Johannessen.

Høvuðsboðskapurin hjá Javnaðarformanninum var, at býtið av ovurstóra ríkidøminum í Føroyum er ov ójavnt í løtuni.

- Millióningarnir gerast milliardingar meðan tey lægst løntu ikki fáa nakran lut í ríkidøminum, segði hann millum annað.

Uppgávan hjá Javnaðarflokkinum er tí at býta ríkidømið øðrvísi, gera Føroyar til eitt meira rættvíst samfelag, har ríkidømið kemur út í hvørt heim, segði formaðurin.

Og enn einaferð kom sjónvarpssendingin ”Við hjálp frá góðum vinum” Javnaðarflokkinum til góðar. Nevniliga til at lýsa stættarmunin í føroyska samfelagnum.

- Tað gongur gott í Føroyum, men tað eru ikki øll, sum merkja ágóðan av hesum. Kassadaman fær ikki meira at liva fyri. Hon merkir bara, at tey ríku kunnu fylla enn meira upp í innkeypsvagnarnar.

Tað vóru ikki bara lyftir um bíligari ella ókeypis barnaansing, sum formaðurin kom við. Hann vil eisini geva skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar. Fíggingin av hesum skal fáast við at taka eitt gjald frá fiskivinnuni.

Onnur mál hjá Javnaðarflokkinum eru at gera Føroyar grønari, so at øll hús kunnu hitast við grønari orku.

Les eisini: Gjaldið fyri barnaansingina skal niður í helvt – alivinnan skal gjalda