(Mynd: Løgmansskrivstovan)

Aksel er eitt sindur lekrari enn pávin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.02.2018 - 08:17

Mentan >

Føroya løgmaður, Aksel V. Johannessen, liggur nummar 50 á einum lista yvir heimsins ”hottastu” stjórnar- og ríkisleiðarar.

Hann er ”eitt sindur lekrari” enn sjálvasti Frans pávi, ríkisovasta í Vatikanríki, sum kemur beint aftaná á 51. plássi.

Um hetta er ein heiður ella ikki, má vera upp til hin einstaka at meta um. Heilt seriøsur kann listin ikki metast at vera. ”Í ov langa tíð hava heimsins borgarar liðið undir harræðinum av ódámligum leiðarum” – ”Við at skipa leiðararnar eftir útsjónd vóna vit, at fólk gerast varug við trupulleikan, og háða borgarnar í londum við ódámligum leiðarum”, skriva fólkini handan listan millum annað.

”Hottasti” av heimsins statsleiðarum er kanadiski Justin Trudeau framman fyri Jacinda Ardern, forsætisráðharra í Ný Sælandi og Jigme Khesar Namgyel Wangchuk, kong í Butan.

Emmanuel Macron, forseti Fraklands er nummar seks, Theresa May, forsætisráðharri breta, er nummar 46 og Donald Trump, forseti í USA, er nummar 138.

Okkurt bendir á, at tað ikki einans er útsjónd, ið atlit verður tikið til, tá listin er gjørdur, tí teir báðir statsleiðararnir, ið liggja niðjast eru Robert Mugabe á 198. plássi og Kim Jong-un á 199. plássi.

Sum kunnugt er Mugabe ikki forseti í Simbabvi longur, og listin er tí ikki heilt dagførdur. Til dømis er Ísland einans umboðað av Bjarna Benediktssyni, sum liggur nummar 10. Hvørki núverandi forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, ella Guðni Th. Jóhannesson, forseti, eru umboðað.

Erna Solberg úr Noregi er nr. 82, Harald kongur nummar 147. Margreta drotning í Danmark er nr. 43 og Lars Løkke Rasmussen nr. 62. Carl Gustaf kongur svia er nummar 187 og forsætisráðharrin er ikki við. Skotland og Grønland eru ikki við á listanum.

”Hottest Head of States”