Aksel Johannessen inni á løgtingsformansskrivstovuni í dag (Mynd: Ingi Samuelsen

Aksel fingið samráðingarrættin

Ingi Samuelsen

03.09.2015 - 14:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samráðingarnar um nýggja landsstýrissamgongu koyra við fullum snúningum, hóast Aksel V. Johannessen, formaður Javnaðarfloksins ikki fyrr enn seinnapartin fekk formella samráðingarrættin frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni.

Hetta hendi eftir at Kaj Leo Holm Johannessen kl. 14 fór á formansskrivstovuna hjá løgtinginum og boðaði sitandi løgtingsformanni frá, at hann fer frá sum løgmaður. Formaðurin heitti síðan á Kaj Leo Holm Johannessen um at vera sitandi í løgmanssessinum til tingið hevur valt nýggjan løgmann.

Síðan var formansrundan, har floksformenninir ein og ein sambært valúrslitinum fóru inn á formansskrivstovuna at siga Jógvani á Lakjuni hvønn tey peikaðu á sum samráðingarleiðara.

Aksel V. Johannessen fór sum vinnari av valinum inn fyrst, og síðan fóru teir í røðini Høgni Hoydal, Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Johannessen, Poul Michelsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim.

Allir uttan Jørgen Niclasen peikaðu á Aksel V. Johannessen sum samráðingarleiðara. Jørgen Niclasen peikaði á Høgna Hoydal.

- Vit virða fólksins dóm. Fólkið hevur víst Akseli og Javnaðarflokkinum álit, og tí skal Aksel eisini sleppa at royna at skipa eina nýggja samgongu, søgdu floksformenninir við nærum ein munn.

Einasta undantak var Jørgen Niclasen – meira um tað seinni