Aksel tók øll met

Ingi Samuelsen

01.09.2015 - 23:35

Tíðindi >

Aksel V. Johannessen, formaður Javnaðarfloksins gjørdi eitt so gott persónligt val, at hann við 2.405 persónligum atkvøðum setti met. Metið frammanundan hevði Kaj Leo Holm Johannessen, sum seinast fekk 1979 persónligar atkvøður.

Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin á valinum við 8.074 atkvøðum, svarandi til 25.1 prosent av atkvøðunum.

Tingfólkabýtið í nývalda løgtinginum gjørdist:

Fólkaflokkurin 6 (-2)

Sambandsflokkurin 6 (-2)

Javnaðarflokkurin 8 (+2)

Nýtt Sjálvstýri 2 (+1)

Tjóðveldi 7 (+1)

Framsókn 2

Miðflokkurin 2