Mynd frá valkvøldinum 1. september í Kringvarpshøllini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen góðar vónir

Sverri Egholm

05.09.2015 - 13:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri vórðu tiknar upp aftur fyrrapartin.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari sigur við Kringvarpið, at fleiri av teimum týdningarmiklu evnunum longu eru avgreidd og miðja ímóti at avgreiða hini evnini um vikuskiftið.

Semja er funnin um hvørja yvirskipaða kós hesir ymisku flokkarnir vilja á hesum ymisku, so vónirnar eru góðar.

- Stemningurin er góður og allir flokkarnir hava ein vilja til at vit náa á mál og at vit fáa eitt samgonguskjal áðrenn løgtingið kemur saman 15. septembur, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari við Kringvarpið.