(Mynd: hsf)

A-landsliðið í hondbólti við monnum er úttikið

Tíðindaskriv

24.10.2016 - 14:20

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal spæla venjingardystir móti Danmark B, Póllandi B og Estlandi frá 04. – 06. november í Plock í Pólandi. Dystirnir eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum dagarnar 13. – 15. januar, har Føroyar tekur ímóti Grikkalandi og Kýpros.

Til dystirnar í Polen hava landsliðsvenjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, úttikið hesar leikararnar:

Málverjar:

Ári Dam, H71

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold

Útileikarar:

Tony Hammer Weyhe, KÍF

Rúni Joensen, KÍF

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Bogi Gaard Davidsen, H71

Andreas Eriksen, VÍF

Julian Olsen, VÍF

Allan Norðberg, StÍF

Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil

Rói Lamhauge, ÍF Føroyar

Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar

Rókur Akralíð, ÍF Føroyar

Eirikur Simonsen, ÍF Føroyar

Áki Egilsnes, TMS Ringsted

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne


Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 4. nov. kl. 16.00 Føroyar – Danmark B

Leygardagin 5. nov. kl 16.00 Føroyar – Estland

Sunnudagin 6. nov kl. 16.00 Føroyar – Polen B