Eftir málleysa javnleikin á Tórsvølli leygardagin, er nú bert uppgávan í Ungarn eftir hjá føroyska A-landsliðnum í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

A-landsliðið og U21 í eldin í morgin

Agnar Frederiksen

09.10.2017 - 16:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin er aftur stórur landsliðsdagur. Hesaferð skulu bæði U21 og A-landsliðið royna seg.

Tað er U21, sum leggur fyri, tá ungu føroysku mennirnir taka ímóti Georgia á Tórsvølli. Dysturin byrjar kl. 17.30. Seinast fingu Føroyar eitt gott stig á útivølli ímóti Finnlandi. Føroyar spældu 1-1 javnleik, og hava harvið eitt stig fyri tríggjar dystir. Mótstøðuliðið í morgin var seedað í 4.seedingsbólki(Føroyar vóru í 6.). Georgia hevur higartil tapt 5-2 í Danmark og 3-0 heima ímóti Póllandi.

A-landsliðið er í Budapest, har Ungarn tekur ímóti. Á Tórsvølli í september í fjør, endaði tað við 0-0 javnleiki. Ungarn er eitt stig frammanfyri Føroyar, so um føroyingar vinna so endar liðið á einum søguligum 3-plássi. Ungarn má tó metast sum rímuliga stórur favorittur til dystin, sum byrjar kl. 19.45 í annaðkvøld.