A-landsliðið við kvinnum úttikið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.11.2017 - 20:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 24. november skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.

Um góðar tvær vikur, fríggjadagin 24. november verður seinasti dystur í hesum árinum á skránni, tá kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.

Higartil hava slovensku kvinnurnar spælt tveir dystir í hesari undankappingini, og eins og Føroyar, hava tær framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Slovenia hevur tapt 6-0 á útivølli móti Týskland, og 4-0 fyri Kekkia á heimavølli.

Pætur Smith Clementsen er landsliðsvenjari hjá kvinnum, og hann hevur nú sett navn á tær 20, ið eru úttiknar til dystin móti Slovenia.

Hópurin

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Birita B. Nielsen, B68

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Lív F. Arge, Østerbro IF (DEN)

Súsanna Maria Hansen, B36

Heidi Sevdal, EBS/Skála

Ásla Johannesen, B36

Eyðvør Klakstein, KÍ

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)

Milja R. Simonsen, HB

Jóna Nicolajsen, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Laila Pætursdóttir, B68

Rebekka F. Banbakoura, HB

Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ