Mynd: Norðlýsið

Albert Ellefsen nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF

Agnar Frederiksen

08.08.2017 - 19:14

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjárkvøldið kunngjørdi ÍF, at samstarvið við høvuðsvenjaran Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen hjálparavenjara, var steðgað. Partarnir vóru samdir um avgerðina.

Nú er greitt, at ein gamal kenningur fær fyribils høvuðsábyrgdina av liðnum. Talan er um Albert Ellefsen. Hetta veit heimasíðan in.fo at siga í dag.

Hann var venjari hjá ÍF nakrar mánaðir í 2008, og var aftur í venjarasessinum í Fuglafirði í 2013 og 2014. Í 2013 endaði ÍF nummar tvey í Effodeildini.

Síðani 2013 hevur ÍF endað miðskeiðis á stigatalvuni. Kappingarárið 2017 hevur verið vánaligt hjá ÍF. ÍF liggur niðast við bert seks stigum. Tað eru átta stig upp til nærmasta liðið á stigatalvuni, og ellivu stig upp til niðurflytingarstrikuna. ÍF hevur bert vunnið ein dyst í ár, og seinast fuglfirðingar fingu stig var 14.mai, tá ÍF fekk javnleik ímóti oddaliðnum Víkingi á heimavølli.

Albert Ellefsen er vágamaður og 58 ára gamal. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Trygva Mortensen í 07 Vestur í ár, og í fjør var Albert hjálparvenjari hjá HB.