(Mynd: Tórheðin J. Jensen)

120 fráboðanir: Áleið 80% av skaðunum úr Norðragøtu

Ari av Rana

07.12.2017 - 14:13

Tíðindi > Veðrið

-          Tað mesta er hæsa av og nú er tað sum ein vanligur dagur á vaktsentralinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini við Portalin.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur fingið 120 fráboðanir síðani kl. 6 í morgun.

Hann metur, at áleið 80% av øllum skaðunum eru í Norðragøtu. Síðani er ein partur úr Fuglafirði, meðan restina hevur verið runt alt landið, frá Suðuroynni til Sørvágs og norður til Viðareiðis.

Men nú er vorið meiri friðarligt, og vanligur dagur er aftur á løgreglustøðini.

Sí eisini: Video: Flúgvandi takplátur í Norðragøtu