Aleksandar Djordjevic er settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ.

(Mynd: Norðlýsið)

Aleksandar Djordjevic skal venja KÍ

Agnar Frederiksen

26.02.2018 - 20:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Seinastu tvey árini hevur Aleksandar Jovevic verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Nú er greitt, at tað verður ein annar serbi við navninum Aleksandar, ið skal hava høvuðsábyrgdina av sigursvanda felagnum í ár. 

Talan er um eitt kent andlit í sessinum. 49-ára gamli Aleksandar Djordjevic kom til Føroyar í 2000 fyri at spæla við KÍ. Hann hevur vant bæði besta manliðið og kvinnuliðið hjá felagnum. Sum venjari hjá KÍ-kvinnunum vann Aleksandar sjey meistaraheiti og seks steypakappingar. Og Norðlýsið skrivar í kvøld, at hann aftur skal venja liðið í ár. 

Seinastu trý árini hevur Aleksandar verið knýttur at B36, har hann hevur vant besta kvinnuliðið(í 2015 AB/B36). Nú skal hann royna at føra KÍ til tops aftur. Í fjør vann EBS/Skála greipuna. Harvið var flotta sigursrøðin hjá KÍ, við 17 meistaraheitum á rað, steðgað.

Kappingin í Betri-deildini hjá kvinnum byrjar 11.mars.