(Mynd: EPA)

Aleksander Ceferin nýggjur Uefa-forseti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.09.2016 - 10:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Aleksander Ceferin varð í dag valdur til nýggjan forseta í evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa.

Á Uefa-kongressini í Athen í dag, fekk Ceferin stuðul frá 42 av teimum 55 limalondunum. Sostatt var Fótbóltssamband Føroya í lítla minnilutanum, sum atkvøddi fyri mótvalevninum, 68 ára gamla hollendinginum, Michael van Praag.

Í sambandi við valið segði 48 ára gamli slovenin, at hann fer at brúka sína orku upp á at betra um fótbóltin heldur enn at røkja sítt egna umdømi, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

- Eg eri eingin show-maður. Eg havi ikki eitt ego at vísa fram, og eg eri ikki ein maður við órealistiskum lyftum, sigur hann sambært AFP-tíðindastovuni.

- Eg eri her fyri at finna vegir til at takla teir trupulleikar, sum eru innan okkara ítrótt, og eg eri ein maður við nýggjum og greiðum visjónum, segði hann.

Hann er valdur til Uefa forseta fram til mars mánaða 2019. Ceferin loysir av franska Michel Platini, sum varð noyddur frá orsaka av skuldsetingum um fíggjarligt óreiðisemi.

Les eisini: FSF stuðlar van Praag sum Uefa-forseti