(Mynd: Maasi Pedersen / knr.gl)

Aleqa á Fólkating saman við Aaja Chemnitz Larsen

Ingi Samuelsen

19.06.2015 - 07:02

Tíðindi > Grønland

Fyrrverandi landsstýrisforkvinnan í Grønlandi, Aleqa Hammond er vald á Fólkating. Hon fekk nógv flest atkvøður á listanum hjá Siumut.

IA gjørdi størsti flokkur í Grønlandi við 7.904 atkvøðum, svarandi til 38,5 prosent. Flestar atkvøður fekk Aaja Chemnitz Larsen, sum eisini verður nýggj á fólkatingi.

Siumut fekk 7.831 atkvøður, svarandi til 38,2 prosent, so valið var javnt millum teir stóru flokarnar í Grønlandi.

Demokratarnir fingu 8,5 prosent av atkvøðunum, Atassut 7,4 og Parti Naleraq fekk 4,7 prosent.