Alex Mellemgaard á landsliðið

Ingi Samuelsen

05.10.2014 - 13:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Silkeborg-leikarin, Ári Mohr Jónsson, hevur meldað avboð til EM-undankappingardystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn vegna skaða. Ístaðin hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, venjarar, sent boð eftir Alex Mellemgaard úr B36.

Alex Mellemgaard, sum enn hevur sín fyrsta landsdyst til góðar, var eisini úttikin til dystin móti Finnlandi. Men í fyrireikingum bleiv Alex skaddur, og var tískil ikki tøkur til dystin ímóti finnum, skrivar FSF á netinum.

Føroyar spæla móti Norðurírlandi á Windsor Park í Belfast leygardagin 11. oktober, og móti Ungarn á Tórsvølli týsdagin 14. oktober.