Alibrúk á Suðuroyggjum rakt av álvarsligari smittu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.10.2017 - 08:39

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Umleið 500 tons av alilaksi í Skotlandi eru deyðir orsaka av sjúku. BBC skrivar, at talan er um tvey alibrúk í Isle of Lewis í Herbridunum. Norska alifyritøkan Marine Harvest váttar, at økið í Loch Erisort er rakt av bakteriuni 'Pasturella Skyensis'.

Felagið sendir eina umbering til íbúgvarnir í økinum, sum eru órógvaðir av ringum lukti í økinum og av stórum lastbilum, sum hava koyrt deyða fiskin burtur.

Hildið verður, at smittan kom í alibrúkið seinast í august. Eitt ástøði sigur, at veðurlagsbroytingar við heitari sjógvi kann vera orsøkin til at aliøkini í Skotlandi eru vorðin meira sárbær, skrivar BBC.

Eitt umboð fyri alifyritøkuna sigur, at talan er um 500 tons, sum eru farin fyri skeytið. Fiskarnir eru umleið 4 kilo til støddar, so hann roknar við, at talan er um 125.000 laksar, sum eru deyðir hetta tíðarskeiðið.

Steve Bracken frá Marine Harvest greiðir BBC frá, at tey staðfestu hesa smittuna, Pasturella Skyensis, á oynni Skye í 2002.

- Sjúkan drepur fiskin, men tað ber til at viðgera fiskin móti smittuni, og tað er tað, vit gera í Loch Erisort í løtuni, sigur Steve Bracken. Fiskurin fær antibiotika, og tað sær út til at hjálpa.

Vónin er at vinna fram til eina vaksinu móti júst hesi sjúkuni, men í løtuni er tað av størsta týdningi at tryggja, at smittan ikki breiðir seg, sigur umboðið hjá Marine Harvest í Skotlandi.

Loch Erisort er ein langur fjørður, beint sunnan fyri Stornoway, høvuðsbýin á Suðuroyggjum, Hebridunum.