Aliringur á Sandsvág stóran skaða



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.12.2015 - 16:33

Tíðindi >

Tann uttari aliringurin hjá Marine Harvest Føroyar sum liggur á Sandsvág hevur fingið stóran skaða í nógva briminum. Aliringurin er nærum allur boygdur saman. Hetta skrivar sandportal.fo.

Marine Harvest Føroyar hevur tveir aliringar úti at royna økið við. Í vár er er ætlanin at fylla ringarnar.

Sandportal.fo skrivar, at tann innari ringari sær ikki út til at hava fingið skaða.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, segði við Kringvarpið fyrr í dag, at enn er ov tíðliga at siga, um ætlaninar at æla á Sandsvág verða sleptar. Men tað sær ikki gott út, ásannar hann.