Hanus Hansen, reiðari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Álitið fer at kosta JFK eitt skip

Ari av Rana

06.12.2017 - 17:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Hanus Hansen, reiðari á JFK, leggur ikki fingraranar ímillum, tá Norðlýsið ger samrøðu við hann. Á sjónbandaupptøku sigur Hanus, at álitið, sum Vinnunevndin hevur lagt fram um fiskivinnunýskipanina, fer at kosta reiðarínum nógv.

Hanus finst at teimum løgtingsmonnum úr Norðuroyggjum, sum fara at atkvøða fyri einum uppskoti, sum fer at minka um virksemi í oyggjunum.

Hanus Hansen sigur, at JFK síðani 1930’unum hevur havt tvey til trý skip uppi í Barentshavinum, men at hetta ikki fer at bera til longur. Nú verður bert gjørligt at hava eitt skip í Barentshavinum.

- Kvotan er lækka við 9,4%, niður á 27.000 tons í Barentshavinum. Síðani skulu 15% á uppboðssølu, meðan 8,25% kunnu brúkast sum økiskvota.

- Kvotan hjá JFK verður áleið 9.100 tons, sigur Hanus Hansen. Gadus fiskaði 9.300 tons í 2015, og eitt sindur minni í 2016 og 2017. Hanus sigur at JFK hevur ongar trupulleikar við at fiska hesi tonsini, so tað fyrsta sum hendir verður at annað skipi má seljast.

Gadus og Sjúðraberg hava tilsamans goldið 80 milliónir út í lønum tey síðstu 3-4 árini.

Hanus metir tí, at álitið úr Vinnunevndini um fiskivinnunýskipanina fer at kosta JFK og Norðuroyggjum ómetaliga nógv.

Hoyr alla samrøðuna her