Rofjell er ein av nýggjastu brunnbátunum hjá Rostein. Nú hava tey bílagt fleiri brunnbátar. Mynd: Jógvan H. Gardar

Alivinnan heldur lív í skipabygging í Noregi

Jógvan Hugo Gardar

29.12.2015 - 12:49

Oljan >

Norsku skipasmiðjurnar hava merkt kreppuna í oljuídnaðinum. Á bíleggingarlistunum fyri 2016 eru munandi færri frálandsskip, men fleiri ferðafólkabátar, fiskifør og serliga bátar og skip til alivinnuna. Nógvir arbeiðsb\atar eru undir bygging, og somuleiðis halda norsk reivarí fram at byggja nýggjar og størri brunnbátar.

Maritimt Magasin leggur einaferð um mánaðin út eitt yvirlit sum vísir hvørjar avtalur sum norsku skipasmiðjurnar hava. Á listanum, sum ein kann síggja her, sæst at tað serliga eru bátar og skip til alivinnuna sum nú síggjast á listanum. Nøkur fralndsskip eru, og millum hesi eru nøkur sum verða sergjørd til at viðlíkahaldahavvindmyllur.

Á feska listanum hava hesi fingið nýggjar avtalur: Austevoll Marine Group, Blokken Skipsverft, Børdrene Aa, Fitjar Mek. Verksted, Folla Maritime, Oma Båtbyggeri og Aas Mek. Verksted.