Mynd: Bulgerian Handball Federation

Allan Norðberg: Hetta kann ikki beskrivast

Agnar Frederiksen

19.06.2017 - 11:35

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroysku hondbóltsmennirnir vunnu í gjár finaluna í Emerging Nations Championship. Finalan imóti Turkalandi var jøvn allan vegin, og gjørdist sera spennandi. At enda vóru føroyingar omaná, og vunnu 26-25.

Í januar spældi U21-landsliðið seg víðari til HM endaspælið, og so seint sum seinasta vikuskifti vann føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tveir dystir í Grikkalandi, og spældi seg harvið til EM-undankappingina. Nú er hatta bragdið hjá monnunum lagt afturat. Umframt steypið og heiðurin merkir tað, at Føroyar endaði í topp 3 í kappingini, at A-landsliðið hjá monnum hevur vunnið sær rættin at luttaka í HM undankappingini í vetur.

Seint í gjárkvøldið fingu vit fatur á Allan Norðberg. Allan var sera støðugur á høgra veingi ígjøgnum kappingina, og tá vit spurdu hann, hvussu kenslan var nakrar tímar eftir finalusigurin var svarið hetta.

- Eg kann bara siga: Wauw, hetta kann ikki beskrivast! Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri føroyskan hondbólt; tað at vit kunnu klára okkum so væl í altjóða høpi, og at vit kunnu fáa møguleikan fyri nýggjum og spenanndi avbjóðingum

Á turkiska liðnum í gjár vóru fleiri fulltíðar leikarar. Millum annað leikar høgri bakkurin hjá Turkalandi við Besiktas til dagligt, har hann er ein av berandi kreftunum, og hevur leikt Champions Leagur farna árið. Og Allan Norðberg lýsir eisini finaluna í gjár sum sera toføra.

- Hetta var ein sera harður dystur, har tað var eitt stórt trýst á verjuni allar 60 min. Hetta gjørdi eisini tað, at vit ikki høvdu okkara besta dyst í álopinum, sum annars hevur verið okkara sterka síða. Vit møttu einum fysiskum og góðum hondbóltliðið, men vit megnaðu at standa ímóti.

Allan Norðberg hevur fyrr verið við til at vunnið millum annað Challenge Trophy við U21, og var eisini við til at vinna Emerging Nations Championship fyri tveimum árum síðani. Nú eru nýggjar avbjóðingar fyri framman hjá honum og liðnum.

- Fyrst og fremst hava vit HM undankappingardystir í november og januar Hetta hava vit spælt okkum til nú, so vit gleða okkum at spæla teir dystirnar. Nú fara vit líka at njóta hetta her, men so fara vit at arbeiða hart viðari, tí vit ynskja at gera tað so gott sum møguligt í HM undankappingini.