Allar doyðu í flogvanlukku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.03.2018 - 09:44

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Eitt turkiskt privatflogfar við 11 fólkum umborð er dottið niður í Iran. Talan var um eitt ferðalag av ungum kvinnum, sum høvdu verið í konugildi í Dubai, skrivar BBC.

Øll 11 fólkini umborð verða hildin at hava latið lív. Átta teirra vóru ferðafólk og manningin taldi trý.

Turkiski miðilin Hurriyet skrivar, at ferðalagið taldi 28 ára gomlu ríkmannadóttrina, Mina Basaran, og sjey vinkonur hennara. Tær høvdu verið í Dubai at hátíðarhalda, at hon skuldi giftast í næsta mánað.

Pápi komandi brúðurina, Huseyin Basaran er høvuðseigari í felagnum, sum átti Bombardier Challenger 604 flogfarið, ið datt niður í einum fjallalendi nærhendis býin Shadr-e Kord.

Basaran er fyrrverandi næstformaður í kenda turkiska fótbóltsfelagnum, Trabzonspor, og hevur handilslig áhugamál í orku, fígging, bygging, matvøru og ferðavinnu umframt øðrum vinnum, skrivar BBC.

Ein av íløgum hansara er ein bygningur við marglætisíbúðum í Isanbul, Mina Towers, uppkallaður eftir dóttrini.

Unga kvinnan legði í gjár eina mynd út á Instagram, sum vísti hana saman við smílandi vinkonum hennara í sólbrillum og baðikápu. Myndin varð taggað #minasbachelorette og #bettertogether, og varð tikin á One and Only Royal Mirage marglætishotellinum í Dubai.