Klaksvíkingar fyrireika stórt nýggjarshald

Allar Føroyar til nýggjárshald í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

30.12.2013 - 05:47

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Nýggjársaftan verður posthúshornið í Klaksvík karmur um hugnaligt nýggjárshald. Møguleiki verður at uppliva gott undirhald, livandi tónleik við millum øðrum Hanus G. Johansen.

Ikki nokk við tað, tí umframt nógvan og góðan hugna við heitari suppu, verður haraftrat møguleika at keypa sær drykkivørur.

Eitt av hæddarpunktunum á skránni hetta kvøldið verður handan av eini virðisløn.

Her fer borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim at handa eina listavirðisløn til eitt lista- ella mentanarfólk í Norðoyggjum, sum er virkið og hevur framt dygdargóð avrik innan hetta týðandi øki.

Tiltakið byrjar nýggjársaftan klokkan 22, og endar á midnátt við niðurteljing og fýrverki.


Øll hava sjálvandi ikki høvið at verða við til hetta nýggjárshaldið, men í hesum førum fer Kringvarp Føroya at senda beinleiðis frá løtum av tiltakinum. Hetta hendir í samband við nýggjárssending teirra.