Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Stóra súkklukappingin Tour De France endaði í dag við teinunum Champs-Élysées í París.
Undan teininum í París í dag var longu avgjørt at Chris Froome frá Sky Team fór at vinna, tí bara við at luttaka tryggjaði hann sær sigurin. Súkklararnir hava seinastu dagarnar súkkla í alpunum og frá byrjan hevur Froome frá Sky Team verið sera væl við.
Tað bleiv stórur spenningur til síðst á teininum í dag. Ein spurtur við nógvum súkklarum, men tað var André Greipel sum fór framum Coquard á mállinjuni. Alenxander Kristof var eisini væl við, men endaði á triðja plássi.
Hóast nógva mótsøðu, har onkur millum annað hevur spýtt í andlitið á Froome, hevur hann víst síni evni. Hann vunnið gulu og prikkuttu troyggjuna.
Sum tað sæst á myndini ovast, súkklaðu allir súkklararnir á Sky Team saman lið um lið um málstrikuna.
Peter Sagan vann grønu troyggjuna og Nairo Quintana vann hvítu troyggjuna.
Kappingin sum fyrstu ferð var hildin í 1903 er av.