Høgni Hoydal og Ilya Shestakov hava fyrr heilsast

Almenn ráðharravitjan úr Russlandi hesa vikuna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

19.06.2017 - 11:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Uttanríkismál

Ilya Shestakov, russiskur varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu, og frú Regina G. Shestakova koma á almenna vitjan í Føroyum seinnapartin í dag.

Fyri teimum standa Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, og frú Hildur Hermansen sum vertir.

Seinnapartin í dag gongur leiðin út í Mykines, har bygdin verður vitjað. Eisini verður ein útferð gjørd út í Lamba og Mykineshólm at njóta vøkru føroysku náttúruna.

Í morgin fer Ilya Shestakov at hava fundir við ávikavist Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra og Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmann.

Um middagsleitið í morgin verður tíðindafundur við Ilya Shestakov og Høgna Hoydal.

Týsdagurin endar við almennum døgurða í Kirkjubø, har Høgni Hoydal og frú Hildur Hermansen vera vertir.

Mikudagurin fer allur til at vitja føroyskar fyritøkur innan fiskivinnu og alivinnu. Vitjað verður hjá Hiddenfjord, JFK, Havsbrún, Pelagos og Bakkafrost. Umframt føroyska og russiska fiskimálaráðharran við frúum, luttaka eisini Poul Michelsen og Mikhail V. Vanin, russiskur sendiharri.

Mikudagurin endar við einum døgurða í Runavík, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og føroysk vinna vera vertir .

Russiska sendinevndin, sum telur 17 fólk tilsamans, fer aftur av landinum hósmorgunin.