Almennir stovnar fara uttan um Keypsportalin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 12:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almenn umsiting

Keypsportalurin verður alt ov lítið brúktur, tá almennir stovnar skulu bjóða arbeiði út ella keypa vørur í størri nøgdum.

Hetta vísir ein kanning, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt eftir áheitan frá løgtingsgrannskoðarunum.

Kanningin hjá Landsgrannskoðanini vísir, at aktiviteturin á keypsportal.fo ikki hevur verið tann stóri. Einans 15 keyp omen fyri 800.000 krónur eru boðin út her.

Landsgrannskoðanin hevur kannað, um tað eru onnur almenn keyp, ið áttu ella kundu verið útboðin umvegis hesa tænastuna, og gjøgnumgongdin vísir, at tað er eitt tilsvarandi tal – um 17 – ið eisini kundi verið boðið út.

Fyrivarni verður tó tiki fyri, um hesi keyp eru egnað til at verða boðin út. Men tá tað er sagt, er eisini møguligt, at tað eru fleiri enn hesi 17, ið høvdu verið egnað til útbjóðingar, men sum kanningin ikki hevur funnið fram til.

Í almenna rundskrivinum um ”keyp av vørum og tænastum” verður eisini mælt til, at almennir stovnar biðja um tilboð frá minst tveimum veitarum, tá vøra ella tænasta kostar yvir 50.000 krónur.

Landsgrannskoðanin hevur eisini kannað, um hetta er fylgt, og frágreiðingin sigur, í meira enn helminginum av almennu keypunum, ið grannskoðanin spurdi um, var ikki biðið um tilboð frá minst tveimum veitarum.

Tað er ongin, ið veruliga kennir ábyrgd av Keypsportalinum, men Fíggjarmálaráðið hevur í sínum hoyringsskrivi sagt, at ráðið má taka í egnan barm, og royna sum skjótast at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

- Tað krevur bæði tíð og kostar pening at gera útboðstilfar, og tá kundu tey, sum umsita Keypsportalin, verið ein virkandi sparringspartnari hjá stovnum, ið ikki megna uppgávuna. Skulu tey, sum umsita Keypsportalin, vera væl ílatin til hesa uppgávuna, krevst, at stovnar boða frá aftur, soleiðis at ein serkunnleiki verður bygdur upp um alment innkeyp, sigur Landsgrannskoðanin í frágreiðingini, sum kann lesast her.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla nú landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at fremja neyðugu stigini til at fáa rundskrivið at virka, soleiðis sum ætlanin var.