Alment tunnilsfelag skal tryggja tunnilin norður um fjall

Ingi Samuelsen

08.02.2018 - 07:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Andstøðan í tinginum legði í gjár uppskot fyri Løgtingið, ið kann tryggja, at ein loysn verður funnin á ferðsluni ”norð um fjall” í Norðoyggjum nógv fyrr enn tað liggur í kortunum í langtíðarfíggjarætlanini hjá landsstýrinum í løtuni.

Loysnin er at lata pf. Norðoyatunnilin standa sum byggiharri.

Sambært langtíðar løguætlanini hjá landinum verður fyrst farið undir nýggjar tunlar “norður um fjall” um umleið fýra ár, og tað tekur nøkur ár, áðrenn koyrandi verður. Uppskotsstillararnir meta tí ikki, at tað er ráðiligt at bíða so leingi við hesi verkætlan.

So ístaðin fyri at bíða til landskassin kann standa fyri ætlanini, leggja andstøðutinglimirnir upp, at fíggingin av tunlunum lutvíst verður knýtt at Norðoyatunlinum. Hetta krevur, at verklagslógin fyri pf. Norðoyatunnilin verður broytt, tí felagið hevur sambært lógini eina bundna uppgávu at byggja og reka Norðoyatunnilin.

Norðoyatunnilin er um at vera útgoldin, og sambært fíggjarætlan felagsins hevur felagið eitt EBIDTA uppá umleið 10 milliónir krónur. Rentustøðið er lágt í dag, og tunnilin hevur eitt stórt frívirði og harvið pantivirði. Væntandi kann felagið fáa byggilán til uml. 2% p.a., skriva uppskotsstillarnir, sum staðfesta, at ”...Um Norðoyatunnilin stendur sum byggiharri fyri tunlarnar “norður um fjall”, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál.”

Uppskotsstillararnir eru Jákup Mikkelsen, Joen Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, Magnus Magnussen og Helgi Abrahamsen úr Sambajdsflokkinum.

Tingfólkini vænta við hesum uppskoti at kunna framskunda arbeiðið, so at ein loysn er funnin á farleiðina norður um fjall eini trý til fýra ár. Kostnaðurin fyri tunlarnar er mett at vera 360 milliónir krónur.

Uppskotið, sum kann lesast her, er sett á skrá fyri komandi løgtingsfund, sum verður hildin mikudagin 14. februar.