Savnsmynd (Mynd: Torkil Djurhuus)

Álop á Portalin beint eftir grindadrápið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

30.11.2015 - 19:18

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Eftir at grindin í Fuglafirði seinnapartin í dag hevði lagt beinini fór eitt álop á Portalin í gongd. Talan var um eitt sokallað DDoS álop, sum tyngir servararnar. Hetta ávirkaði tó ikki brúkarar á Portalinum, hvørki í Føroyum ella uttanlands.

- Álopið byrjaði klokkan 16:43 og fór fram á uttanlandsservarunum í Amsterdam. Tað var eitt stórt álop, men trygdarverjan megnaði at forða fyri, at tað ávirkaði tey vitjandi, sigur Ragnar Sigurðsson Joensen frá Synack, sum tekur sær av trygdini á Portalinum.

Tað er ilt at siga hvør tað ítøkiliga er, sum hevur framt álopið, men tað er ikki lítið sannlíkt at tað eru umhvørvisfelagsskapir. Í summar vóru eisini sera stór álop og tey megnaðu at leggja fleiri føroyskar heimasíður niður umframt, at ein av televeitarunum varð álopin.

Íslendskar heimasíður eisini álopnar
Fríggjadagin vóru íslendskar heimasíður álopnar á sama hátt sum føroyskar heimasíður, sokallað DDoS álop. Eftir hetta hevur ein bólkur, sum sigur seg verða frá Anonymous, tikið ábyrgdina av álopunum, men tað er óvist um tað er rætt.

Grundgevingin fyri álopini var at mótmæla íslendsku hvalaveiðuni.

Tá talan er um DDoS álop kann tað ikki samanlíknast við at hacka, sum Anonymous vanliga ger. Eitt tílíkt álop snýr seg um at senda so nógvar fyrispurningar til eina heimasíðu sum møguligt, at hon ikki klárar trýstið og har við dettur út.

Les eisini: KT-serfrøðingur: Álopini fara at halda fram