Álop órógva netferðsluna hjá Vodafone

Tíðindaskriv

27.07.2015 - 21:41

Tíðindi >

Hackarar hava í kvøld órógvað netferðsluna hjá Vodafone. Hetta eru beinleiðis álop á net-megina, sostatt eru heimasíður og annað data ikki í vanda. Álopið gjørdi tað, at ferðin á breiðbandi, 3G og 4G ferðsluni var seinkað.

Tey kalla hetta slagið av álopi eitt DDS álop. DDS stendur fyri ‘distributed denial of service’

Ikki allar tænastur vóru raktar, tí álopið var á ferðsluna umvegis Farice kaðalin. Hetta merkir tí, at eitt nú Netflix, ið liggur á einum servara í Føroyum ikki er ávirkað av álopinum, meðan eitt nú partar av tilfarinum á Youtube vóru órógvaðir.

- Vit hava steðgað hesum álopinum, men fylgja støðuni tætt, tí ofta koma onnur líknandi álop í kjalarvørðinum á einum tílíkum álopi, sigur Gudny Langgaard stjóri á Vodafone. Hon vísir á, at enn hevur eingin tikið ábyrgd av álopinum, men at tað ikki er óhugsandi, at hetta hevur okkurt við mótmælini móti grindadrápi, ið hackarar hava luttikið í seinastu tíðina.