(Mynd: EPA)

Álopið í Trollhättan kravt enn eitt mannalív

Ingi Samuelsen

04.12.2015 - 12:52

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein 42 ára gamal lærari, sum varð hart særdur undir álopinum á ein skúla í Trolhättan í oktober, er nú deyður av løstunum.

Tað upplýsir løgreglan í Svøríki. Løgreglan var hjá manninum fyrradagin og avhoyrdu hann. Tað var fyrstu ferð tað eydnaðist løgregluni at koma í samband við hann.

Lærarin váttaði tað, sum løgreglan longu visti frammanundan um tann 21 ára gamla gerningsmannin, sum framdi ógerðina grundað á rasismu.

Ein næmingur og ein hjálparlærari lótu lív, meðan fleiri onnur vórðu særd undir álopinum. Gerningsmaðurin var vápnaður við skotvápnum og einum svørði.