Mynd: EPA

Álopsmaðurin var sjúkliga upptikin av skottilburðum

Steinar Patursson

23.07.2016 - 12:43

Tíðindi > Uttanlands > Annað

18 ára gamli maðurin, sum í gjár fór at skjóta frá hond í München í Týsklandi, var sjúkliga upptikin av hópskottilburðum og hevði eitt ávíst tilknýti til Anders Behring Breivik.

Tað upplýsir týska løgreglan í dag sambært BBC, eftir at hon hevur rannsakað íbúðina hjá álopsmanninum.

Í íbúðini fann løgreglan ymiskt, ið gerningsmaðurin hevði skrivað um skottilburðir, og løgreglan heldur ikki at tað er av tilvild, at skottilburðurin í gjár hendi á fimmársdegnum frá álopunum í Oslo og á Utøya.

Løgreglan kannar nú, um hvørt álopsmaðurin møguliga hevur lokkað fólk til sølumiðstøðina við einum følskum Facebook vanga. Eisini verður arbeitt út frá ástøðinum, at maðurin var illa fyri sálarliga, og at hann møguliga hevur verið í sálarligari viðgerð.

Níggju fólk lótu lív í atsóknini - ella skottilburðinum - í gjár, og 27 hava fingið løstir - summi teirra álvarsamar løstir.