Mynd: EPA

Ovurstórur leki: Valdshavarar fjalt pening frá tí almenna

Steinar Patursson

04.04.2016 - 06:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Týska blaðið Süddeutcshe Zeitung hevur fingið fatur á fleiri enn 11 milliónum skjølum, ið vísa hvussu ríkfólk og fólk við politiskum valdi fjala pengar og nýta og misnýta skattafriðskjól.

Sum skilst eru ein røð av valdshavarum millum tey innblandaðu, teirra millum íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, Bashar al-Assad forseta í Sýrialandi og Vladimir Putin, og væntað verður, at lekin fer at hava við sær álvarsamar avleiðingar fyri politisku skipaninar um allan heim.

Skjølini koma frá Mossack Fonseca, eitt panamanskt advokatfelag, og var tað ka Süddeutsche, ið fekk fatur á teimum.

Süddeutsche lat síðani skjølini víðari til altjóða felagsskapin fyri rannsakandi tíðindafólk, og eru nú fleiri enn 107 tíðindastøðir í øllum heiminum, ið kanna skjølini.

Skjølini vísa, hvussu Mossack Fonseca hevur hjálpt kundum sínum at fjala ognir og pening, fyri soleiðis at sleppa undan skattarokningum, handilsforðingum og øðrum.

Umboð fyri Mossack Fonseca siga, at felagið hevur einki galið gjørt, og at ákærurnar eru falskar. Víst verður eisini á, at felagið hevur virkað í fleiri enn 40 ár uttan at hava verið ákært fyri nakað fyrr.

Meira verður at vita um lekan, ið hevur fingið heitið Panama skjølini, seinni.