Mynd: NRK

Alt bendir á fýra ár afturat til Ernu Solberg

Sverri Egholm

11.09.2017 - 23:30

Tíðindi >

88,9% av atkvøðunum eru nú taldar upp, og alt bendir á, at forkvinnan í Høyre og núverandi forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur fram.

Stórur spenningur hevur verið undan valinum um Arbeiðaraflokkurin við Jonas Gahr Søre á odda fór at fáa meirilutan í norska Stórtinginum saman við reyða blokkinum. Men longu tá fyrstu forsøgnirnar komu klokkan 21 bendi alt á ein sigur til borgarliga blokkin.

Og nú tey næstan eru liðug at telja í Noreg, hava Erna Solberg og blái blokkurin 88 sessir meðan tann reyði hevur 81 sessir. Tað skulu 85 sessir til ein meiriluta í Stórtinginum.