Alt er klárt til Eystanstevnuna




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

20.06.2014 - 22:11

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Í kvøld klokkan 19:15 verður Eystanstevnan í Runavík sett av Svend Højgaard.

Hann er dagligur leiðari á bókasavninum, og setur stevnuna, so skjótt sum tann stóri karnivalurin er komin inn á stevnuøkið.

Stevnan sjálv byrjaði við heilsurenning og skemtidysti, men í dag verða so fleiri tiltøk, og enn fleiri í morgin.

Nevnast kann, at midnáttarsamkoma verður í annaðkvøld, har tingmaðurin Bill Justinussen flytur fram røðu.

Aftaná verður fýrverkarí og felagssangur við Sløkkiliðsmonnunum.

Í morgin klokkan 15 verður sum vera man kappróður, og aftaná steypahandan á stevnupallinum.

Tá tað er liðugt verður spennandi fótbóltsdystur millum NSÍ og ÍF.


Skráin fyri stevnuna kann lesast her:



Myndamaður okkara - Jens Kristian Vang - var í Runavík fyrrapartin og tók nakrar myndir.