Kjartan er eisini sloppin við (Savnamynd)

Alt var betri fyrr: Láturin dundi í Norðurlandahúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2018 - 07:35

Mentan > Undirhald

Í gjárkvøldið høvdu Pipar & Salt fyrstu framførsluna av nýggja shówinum ’Alt var betri fyrr’. Og viðgangast má, at Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale framvegis hava fatur í langa endanum, tá tað snýr seg um at undirhalda.

Ongin kann sum teir gera satiru á føroyskum, og tað prógva teir enn einaferð við nýggju framførsluni í Norðurlandahúsinum, sum varð nærum útseld áðrenn hon var lýst leys.

Tey, ið eru so heppin at hava fingið hendur á atgongumerki, kunnu gleða seg. Har er alt sum tað skal vera. Teir góðu gomlu figurarnir, væl knýttir saman við fyndugum viðmerkingum til dagsins aktuellu hendingar.

Argemaðurin fær av at vita
Ein skal varða seg við at avdúka alt ov nógv, men innslagið um Magna Arge og Puidgemont á rundferð í Føroyum var hæddarpunktið. Og nei. Tað var als ikki úttalan av katalonska eftirnavninum, sum farið varð eftir. Tað er Argemaðurin, sum fær av at vita í hesum sketsjunum, og tað er hýlandi stuttligt.

Har eru eisini aktuellar viðmerkingar við burka-klæddum kvinnum, við kamuflasjuklæddum sjónvarpsvertum, ið kunnu avdúka hvør tað er, ið skaffar rúsevni til Føroya og ein galloperandi damp’aður skóti, sum fær ein at ringja seg í látri – bara tí at Jákup Veyhe er stuttligast, tá hann dansar runt sum eitt ørt á pallinum.

Kári Kul er sjálvandi við – sangurin er hin sami, men einasta endurnýtslan, sum vit løgdu merki til. Kalle Mohr fer á vitjan í handlinum hjá Símin at keypa føðingardagsgávu til Børge, og tað vísir seg, at Símun eigur øl undir diskinum. Sangarin úr Søldarfirði, sum hesaferð ikki syngur um høm-høm, men um tralla-lalla-lei (kanska ein nýggj føroysk máliska), danskararnir, suðringarnir, sum hata alt, ið kemur norðaneftir líka til teir fara at trætast um Vág kontra Tvøroyri, norðingarnir, ið hata alt, sum kemur úr Havnini (sitat: SMS er reyvarholið í Føroyum) og so teir báðir Ravnur og Úlvur, sum nú eru endaðir á ALS – ikki sum arbeiðsleysir, men í starvi, og ja, tað er óluksáliga strævið...

Mikrofonin druknaði
Kjarstan er eisini sloppin við – hóast hann vistnokk ikki hevur upptraðka í júst Pipar & Salt-samanhangi fyrr, og hann er eitt scoop til eina og hvørja sýning.

Og Esmar kemur eisini við heilt móti endanum av framførsluni, hesaferð sum ein s..... Nei, nú mundi eg sagt ov nógv....

Bert spell, at mikrofonin hjá Jákupi Veyhe streykaði í endanummarinum – tað tók líkasum glansin (!) av finaluni. Tað tyktist sum um mikroport-mikrofonin hjá Jákupi ikki megnaði hansara rumsteran á pallinum og tey nógvu búna- og parúkk-skiftini, so ljóðið doyði, ella skulu vit siga druknaði í eggjahvítanum, men so siga vit heldur ikki meira.

’Alt var betri fyrr’ gongur tvær ferðir hvørt kvøld hesa vikuna og næstu viku við. Men alt er útselt.