(Mynd: Rudi Nielsen Bruhn)

- Alt verður helst kolað upp

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 11:24

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Lítlar vónir eru um, at nakað er at bjarga av uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Jón Klein Olsen varapolitikommiserur var bersøgin, tá hann tosaði við útvarpið fyri løtu síðani:

- Alt bendir á, at alt verður kolað upp, segði hann.

Øll tøk sløkkingarútgerð verður nú send til Tvøroyara at hjálpa til við eldsløkkingini.

Smyril fer nú á middegi við sløkkiliðsbilum úr Havn og av flogvøllinum at vera við í sløkkiarbeiðinum, og eisini hava Triton, Brimil, Tjaldrið og Samson sett kós móti Trongisvágsfirði fyri at hjálpa til við sløkkiarbeiðinum frá sjósíðuni.

Støðan er so álvarslig, at løgreglan hevur hevur sett trygdarfrástøðuna til ein kilometur.

Nógv ammoniakk er í roykinum, og sera vandamikið er hjá fólki at fáa roykin í seg.