Alternativ konsert í Tøting í annaðkvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

14.04.2017 - 17:45

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í annaðkvøld kl. 20 verður konsert við Vincent og RIF í Tøting.

Hetta boðar Tónleikasamtakið Grót frá í tíðindaskrivi í dag.

Tónleikasamtakið Grót sigur harundir um Vincent, at...

- Vincent er ein alternativur rock bólkur, ið leggur dent á melodi og originalitet. Bólkurin er mannaður av fimm ungum monnum úr Leirvík, Klaksvík og Fuglafirði: Eyðfinn Bogason Lamhauge (vokalur), Oddur Joensen (gittar), Eyðun R. Nolsøe (gittar), Sámal M. Johannesen (bass) og Fríði Bjarkhamar (trummur).

Og um RIF, at...

- RIF er ein verkætlan hjá trimum íslendskum tónlistafólkum, við Andri Ásgrímsson (kendur úr Leaves og Náttfari) sum oddamanni. Saman við sær hevur hann Heiðu Dóru Jónsdóttir, best kend sum Bara Heiða, og Magnús Leifur Sveinsson, ið føroyingar kenna sum forsangara í indie rockbólkinum Úlpa.

- Stílurin er lættur melodiøsur kassaguitar og ukulele tónleikur, low key stemningur, men við góðum og upplyftandi lagi. Av tí at Magnús fekk forfall, so verður tað ein skerd útgáva av RIF, sum kemur á Føroyavitjan, men hóast tað verður sera spennandi at hoyra, hvat tey fara at servera í Tøting leygarkvøldið.