Altingið viðger misálitisuppskot

Ingi Samuelsen

04.04.2016 - 15:45

Tíðindi > Ísland

Andstøðan á Altingi hevur nú lagt fram uppskot um misálit móti landsins forsætisráðharra, Sigmundi Davíð Gunnlógsson, og uppskotið verður í løtuni viðgjørt á tingi.

Enn er óvist hvørja lagnu uppskotið fær, tí stjórnarflokkarnir hava breiðan meiriluta í tinginum. Samstundis, sum málið verður viðgjørt á Altingi, gera fólk í Reykjavík seg til reiðar at halda eitt mótmælistiltak á Eysturvølli framman fyri tinghúsinum.

Tað ber til at fylgja viðgerðini í altinginum á heimasíðuni hjá Vísir.