Femja Fróðadóttir Mortensen

Altjóða flogbóltskappingin byrjar í dag

Ingi Samuelsen

23.05.2016 - 09:16

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Seinnapartin í dag byrjar sokallaða HM/EM kappingin í flogbólti, sum Flogbóltssamband Føroya skipar fyri. Talan er um eina undankapping fyri kvinnur, har luttakandi londini eru Føroyar, Liksinstein, Kýpros og Írland.

Dystirnir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn, men møguleiki er eisini at síggja dystirnar á telduskíggjanum, tí Kringvarp Føroya stroymar allar dystirnar.

Stroymingin fer fram á hesi leinkjuni: https://www.youtube.com/user/Netvarp

Fyrsti dysturin verður spældur klokkan 17 í dag, tá Liktinstein og Kýpros hittast. Í kvøld klokkan 20 verður so brakið millum Føroyar og Norðurírland.

Í morgin spæla fyrst Kýpros og Norðurírland, og um kvøldið Føroyar og Liktinstein. Mikudagin spæla Liktinstein og Írland klokkan 17 og Føroyar og Kýpros kl. 20.

Fýra leikarar úr Mjølni við á landsliðnum í ár. Og hetta eru royndir leikarar, sum seinastu árini hava slitið sínar flogbóltsskógar í Danmark; harav tær í ár m.a. vunnu bronsu í donsku kappingini.

Hóast sín unga aldur, so hava tær longu nógvar landsdystir í kroppinum, tí m.a. Birgit Guttsen, sum kanska ikki er ektaður klaksvíksingur, longu skal nú skal spæla sín 47. landsdyst. Birgit hevur upprunaliga spælt við SÍ og er ættað úr Bø, men seinastu árini áðrenn hon fór til Danmarkar leikti hon við Mjølni.

Teir “ektaðu” Klaksvíksingarnir eru Purkhús-systrarnar Elisabeth og Sofía Purkhús og Eina Kalsø.

Hvør minnist ikki tað, tá tað var kunngjørt, at tað var Sofía Purkhús, sum var vald til besta flogbóltsleikara í kongaríkinum – hetta hevur ikki nøkur onnur føroysk ítróttagrein megnað.

Systurin Elisabeth hevur eisini havt eitt gott kappingarár, og var eisini ovaliga millum teir bestu miðblokkarnar í Danmark. Sofía og Elisabeth leika ávikavist sín 32. og 14. landsdyst mánakvøldið.

Eina Kalsø er ein tann mest royndi hevarin vit hava í løtuni. Hon skal nú leika sín landsdyst nr. 32, men enn er langt á mál, um hon skal røkka metinum hjá mammuni Marjun Kalsø, sum leikti omanfyri 100 landsdystir.

TB er umboðað við einum leikara á landsliðnum. Talan er um Femja Fróðadóttir Mortensen. Femja hevur verið við í tveimum stórum kappingum seinasta árið, endaspælið í Liktinstein fyri smátjórðir, har liðið spældi tríggjar 3-2 dystir, men endaði sum nummar 4 av 5 liðum, eins og hon vann silvur á Oyggjaleikunum. Hon spælir í dag sín 11. landsdyst.