Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í dag er altjóða flóttafólkadagur, og í tí sambandi hevur Amnesty International sent út tíðindaskriv, har ljós verður varpað á vaksandi trupulleikan.
- Altjóða flóttafólkastøðan heldur áfram at versna. Talið av brotum á menniskjarættindi er vaksandi um allan heimin. Tað eru serliga kvinnur og børn, ið dagliga líða undir óvirðiligum korum og gerum. Stórur vandi er fyri, at støðan brádliga gerst nógv verri enn í dag, og tí er alneyðugt at skapa eina loysn skjótast gjørligt, skrivar Amnesty International, ið samstundis vísir á, at allar heimsins stjórnir eiga at taka trupulleikan upp í felag.
Helmingurin av heimsins flóttafólkum koma í dag frá Sýrialandi, Afghanistan og Suðursudan, og sum vera man er tað fyri tað mesta grannalondini, ið hava tikið ímóti flóttafólkunum. Amnesty vísir tó á, at tað er torført hjá grannalondunum, ið eru illa sperd frammanundan, at hýsa flóttafólkunum og hava til taks tær veitingar, ið flóttafólk hava rætt til.
Eitt nú Libanon, eitt land við einans 4,5 milliónum íbúgvum, hevur higartil tikið ímóti 1,1 mió. flóttafólkum, og landið er um at hokna undir stóru byrðuni.
- Nógv evropeisk lond nokta flóttafólki atgongd og geva teimum ongan annan møguleika, enn at seta lívið í vága, tá tey síðani ferðast á ótryggum farleiðum. Í Australia avbyrgja tey flóttafólk, ið flyggja undan píning og jagstran. Alt hetta má steðga, nú! Loysnin til flóttafólkakreppuna er alt annað enn einføld, men vit halda áfram at varpa ljós og heita á heimsins leiðarar og lond um at taka veruliga ábyrgd, skrivar Amnesty International í tíðindaskrivi, ið kann lesast í fullari longd her.
Altjóða lyklatøl hjá ST stovninum fyri flóttafólk (UNHCR):