Mynd: EPA

Altjóða miðlar: - Russari royndi at skora kassan við at bumba BVB-bussin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 09:50

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein 28 ára gamal russiskur statsborgari er nú handtikin har suðuri í Týsklandi í sambandi við álopið fyri páskir á bussin hjá Borussia Dortmund leikarunum.

Hetta skriva fleiri altjóða miðlar, vísandi á, at 28 ára gamli maðurin hevði fíggjarlig motiv fyri at fremja tær tríggjar spreingarnar, sum vóru framdar, í tí at bussurin við Dortmund leikarunum var ávegis til fyrra fjórðingsfinaludystin ímóti AS Monaco á Signal Iduna Park.

Hann ynskti eftir øllum at døma at myrða og særa so nógvar sum gjørligt av Borussia Dortmund leikarunum til tess at fáa virðið á partabrøvunum hjá felagnum at fella, so at hann kundi forvinna nógvan pening uppá hetta – heilt upp til 28 milliónir krónur.

Hendan sakin er, sambært Spiegel, tann fyrsta av sínum slag í Týsklandi.

Upprunaliga varð annars arbeitt við tí fatan, at álopið varð framt av islamistum, men slepti týska løgreglan tó skjótt hesari fatan.

Eftir øllum at døma skal russarin hava roynt at villleitt løgregluna og fingið hana at halda, at tað vóru islamistar, sum høvdu framt álopið, hetta við at lata trý brøv eftir sær stutt frá gerningsstaðnum, sum slógu fast, at IS hevði ábyrgdina av álopinum.

Ein Dortmund leikari – Marc Bartra – og ein løgreglumaður vórðu særdir í sambandi við álopið.