Útlát frá kolaorkuverkum verður mett at hava stóra ávirkan á veðurlagið

Altjóða veðurlagsráðstevna byrjar í Bonn í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

05.11.2017 - 14:52

Oljan > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

Nú um dagarnar varð nýggj ST- frágreiðing um veðurlagsbroytingar og CO2 útlát almannakunngjørd. Hetta hendir beint undan stóru ráðstevnuna, sum verður í týska býnum Bonn  komandi vikurnar. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at dálkingin av atmosferuni vegna CO2 útlát, og sum stavar frá mannaávum, er nógv størri enn higartil hildið og mett. Sambært veðurlagsavtaluni, sum varð gjørd í París nøkur ár herfyri, skulu øll heimsins lond leggja seg eftir at minka um CO2 útlátið, soleiðis at økingin í útlátinum verður hildið niðri undir 2%. Nú vísa útrokningar, at vøksturin helst fer at liggja nærri 3%, og henda broyting kann fáa uppaftur álvarsligari avleiðingar fyri mannaættina og vera orsøkin til ógvusligar veðurlagsbroytingar komandi árini.

Stór ónøgd er við, sambært BBC World News, at ráðgevar hjá amerikonsku stjórnini fara at luttaka á ráðstevnuni og har verja amerikonsku ætlanina at økja um kolaframleiðsluna. Tað er eingin loyna, at stór ósemja er millum leiðsluna í Hvítu húsunum og ein stóran part av amerikonskum politikarum og granskarum um orsøkirnar til og framtíðar avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Hóast Trump forseti hevur gjørt av at taka landið úr París-avtaluni, sum hevur til endamál at minka um CO2 útlátið, so fara umboð fyri politisku skipanina annars í USA at vísa sín stuðul til París-avtaluna.

Nýggja frágreiðingin hjá ST vísir, at veðurlagið fer at gerast nógv heitari orsakað av vaksandi CO2 útlátinum, og nógva staðni verður støðan so álvarslig, at tað fer at vera ómøguligt hjá fólki at arbeiða uttandura. Og eitt nú ódnirnar fara at vera uppaftur ógvusligari. Tað eru so bara nakrar av avleiðingunum av yvirupphitingini verður víst á.

Ráðstevnan í Bonn, sum ber heitið COP23, byrjar mánadagin. Hon kemur í kjalarvørrinum á ræðandi og ógvusligum ódnunum, sum m.a. hava rakt oyggjasamfeløgini í Karibiska havinum sera meint. Hóast hesar eisini hava rakt statir í USA sera meint, so heldur amerikanski forsetin ikki, at tað er útlátið av CO2, sum er orsøkin. Hann vísir á náttúrligar orsøkir og vísir aftur vísindaligu frágreiðingarnar um, at veðurlagsbroytingarnar stava av manna ávum.

Umboð fyri amerikonsku stjórnina fara á fundinum í Bonn at leggja fram tilfar, sum skal verja brúk av kjarnorku og fossilum orkukeldum, her serstakliga kol. Umboð fyri kolafyritøkuna Peabody Energy, fara at vera við á ráðstevnuni og fara at verja nýtsluna av koli í framtíðar orkuveitingini, nakað, sum skapar stóra ónøgd millum aðrar luttakarar, sum m.a. halda, at júst kol stendur fyri tí størsta partinum av dálkingini og harvið broytingini í veðurlagnum.

Eitt umboð fyri Hvítu húsini sigur sambært BBC World News, at tað kemst ikki uttan um, at heimurin fer at hava tørv á fossilum orkukeldum herundir koli í mong ár aftrat, og tað má tí vera eitt ynski frá øllum, at hesi verða brúkt so skynsamt sum tilber. 

Framleiðarar og brúkarar av fossilu orkukeldunum olju og gassi gera mun á hesum báðum orkukeldunum  og so koli, sum kanningar vísa er tað mest dálkandi bæði fyri umhvørvið og heilsuna hjá fólki. Sagt verður, at fyrst og fremst nátúrgass og síðani olja, eiga og koma at vera partur av framtíðar oljumixinum tvs. orkusamansetingini saman við varandi orkukeldum so sum vindi- og sólorku. Heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, tó at olju- og gassfeløgini eisini síggja tørvin á og týdningin av at gera íløgur í tær nýggju varandi orkukeldurnar.  Men tað eru so eisini tey, sum ikki vilja hoyra talan um hesa útleggingina men heldur síggja allar fossilu orkukeldurnar tvs. olju, gass og kol, sum nærum javnbjóðis orsøkir til veðurlagsbroytingarnar, tó uttan at taka støðu til, hvussu heimurin kann vera olju og gass fyriuttan í nærliggjandi framtíð. 

Men útlitini til at fleiri fara at royna at verja nýtsluna av fossilum brennievnum í orkunýtsluni fer uttan iva at møta stóra mótstøðu frá mongum síðum. Andrew Norton, stjóri í International Institute for Environment and Development, sigur, at tað er heilt burturvið, tá eitt nú kolaídnaðurin loyvir sær at føra fram á eini slíkari ráðstevnu, at kol eins og aðrar dálkandi orkukeldur, kunnu vera partur av stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Hann heldur hetta fyri sera vandamikla og absurda leið á ganga.

“Henda ráðstevnan hevur als ikki pláss fyri at verja nýtsluna av fossilu orkukeldunum. USA má koma aftur til samráðingarborðið og hjálpa til við fáa bilbukt við útlátið og tær avleiðingar tað hevur á fólk og umhvørvi. Norton fær stuðul frá teimum mongu vísindamonnunum, sum hava fylgt við veðurlagsbroytingunum og kannað tær og nú eisini fleiri framstandandi amerikonskum politikarum, sum ætla sær at luttaka á ráðstevnuni í Bonn.

Nýggjasta frágreiðingin um veðurlagsbroytingarnar vísir, at tað er sera hugsandi, at broytingarnar í veðurlagnum eru úrslit av útlátinum, sum menniskju eru upprunin til, og sum fer út í atmosferuna og dálkar hana.

Sum skilst fara nógv umboð fyri politiskar og vísindaligar stovnar í USA, sum ikki taka undir við politikkinum hjá Trump, at luttaka á ráðstevnuni í Bonn, stovnar og fólk sum taka undir við París avtaluni.

“The US Climate Alliance”, sum fevnir um 14 statir, sigur, at tey tosa vegna 36% av amerikanska fólkinum og um talan var um eitt sjálvstøðugt land, vildi tað verið tann triðstørsti búskapurin í heiminum.

Roknað verður við at 20.000 luttakarar fara at vera við til ráðsstevnuna í Bonn komandi tvær vikurnar. Endamálið við henni er at styrkja og stuðla uppundir avtaluna, sum varð gjørd í París ár herfyri. Hetta arbeiðið skal vera liðugt móti endanum av 2018.