Mynd: Ritzau Scanpix

Amazon letur sín fyrsta kassaleysa handil upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

22.01.2018 - 23:05

Mentan > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Í yvir eitt ár hevur Amazon gjørt royndir við kassaleysum handlum, og í dag letur fyrsti matvøruhandilin upp.

Fyrsti matvøruhandilin uttan kassar letur upp í Seattle, USA. Tá kundi hevur tikið tær vørur, sum kundi skal brúka, verða vørurnar skrásettar.

Matvøruhandilin, sum kallast Amazon Go, nýtir kamerateknologi og sensorar at síggja, hvørjar vørur kundi tekur av hyllini, og hvørjar vørur kundi setur aftur á hyllin.

Tá kundi fer úr handlinum, verður gjaldið trekt av eini konto, sum kundin hevur hjá Amazon. Við hesum verður ikki neyðugt við kassum har ein skal gjalda, skrivar TV2.

Amazon Go selur tilgjørdar rættir, snacks og útvaldar matvørur, so sum breyð, mjólk, ost og sjokolátu.



beint nú