Jeff Bezos (Mynd: EPA)

Amazon stovnarin er heimsins ríkasti nakrantíð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.01.2018 - 18:57

Mentan > Pengar > Privatbúskapur

Jeff Bezos, sum stovnaði Amazon, er ein ríkur maður. Við sínum 660 milliardum krónum er Jeff Bezos ikki bert ríkari enn Bill Gates, men hann er ríkasti maður nakrantíð.

Hetta sæst á yvirlitinum hjá Bloomberg yvir heimsins ríkastu fólk, og sambært CNN, hevur ongin nakrantíð átt eins nógvar pengar sum Jeff Bezos.

Bert í 2018 er ognin hjá Bezos vaksin við 40 milliardum krónum.

Nógvum pengarnir eru komnir frá Amazon, og tað er eisini ein vøkstur í ognarbrøvunum hjá Amazon, sum hevur spýtt so nógv í kassan hjá Bezos síðstu tíðina, skrivar TV2.

Umframt Amazon, eigur Bezos eisini í Washington Post og Blue Origin, sum arbeiðir við at senda ferðafólk út í rúmdina.